Leys størv
Vit hava nógv at gera, og leita vit tí eftir einari raskari jólahjálp til blómuhornið hjá okkum frá nú og fram til jóla.
Tað er ikki umráðandi, at tú hevur royndir innan blómubinding, bara tú er fyrikomandi og røsk/raskur, ert tú møguliga tann vit hava tørv á. :-) Tínar uppgávur verða millum annað at hjálpa kundum, gera gávukurvar, pakka vørur inn og annars at syrgja fyri, at tað er snøgt og pent í økinum hjá Fípuni.
Kundi tú hugsa tær at starvast nakrar seinnapartar og okkurt vikuskifti saman við okkum komandi vikurnar? Send okkum tá nøkur orð um teg sjálva/n umvegis leinkjuna í høgru síðu. Hevur tú spurningar til eitthvørt, kanst tú venda tær til Katrin Vang, leiðara, á telefon 264627.
Er einki starv lýst leyst á síðuni, ið hevur tín áhuga, ert tú vælkomin at senda okkum eina sjálvbodna umsókn umvegis síðuna her.
Fortel okkum hvar tú kundi hugsa tær at starvast, og møguliga hvussu nógvar tímar um vikuna tú ynskir at arbeiða.
Vit hyggja leypandi eftir sjálvbodnu umsóknunum, og seta okkum í samband við teg, hava vit okkurt, ið vit halda hóskar til tín.
Vit goyma umsóknina í 180 dagar. Hevur tú einki hoyrt frá okkum tá tíðin er fráliðin, verður ein teldupostur sendur til tín, har tú skal vátta ella nokta, at umsóknin framvegis verður goymd í skipanini.