fo / en
Totalview HR rekruttering
Ment av Formula

Starvsfólk til Miklagarð

Kom og starvast saman við okkum í Føroya størsta matvøruhandli!

Vit leita í løtuni eftir einum starvsfólki at arbeiða áleið 40 tímar um vikuna.

 

Tú kemur at hava ábyrgd av einum øki í handlinum, har tín uppgáva er at fylla vørur á hyllarnar og at bíleggja ávísar vørubólkar. Tú skal sjálvandi eisini vera við at geva kundum okkara eina góða innkeypsuppliving við at vegleiðara og hjálpa teimum, og annars eru fyrifallandi uppgávur, ið stinga seg upp gjøgnum dagin.

 

Vit leita eftir tær, ið er fyrikomandi, ábyrgdarfull/ur og arbeiðssom/samur. Afturfyri kunnu vit bjóða eitt gott arbeiðsumhvørvi, har samstarv og kundatænasta er í miðdeplinum.

 

Arbeiðstíðin er mánadag til fríggjadag og triðja hvønn leygardag.

 

Hevur tú spurningar til eitthvørt, kanst tú venda tær til Karin Jacobsen, handilsleiðara, á telefon 233431.

Send okkum tína umsókn umvegis leinkjuna í høgru síðu. Vit lesa umsóknir leypandi.

 

Lagt út tann
14. jun. 2024
Starv
Handilsfólk
Starvsheiti
Starvsfólk til Miklagarð
Virki
SMS
Deild
MI-10 Miklagarður
Byrjunardagur
Skjótast gjørligt
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor