fo / en
Totalview HR rekruttering
Ment av Formula

Starvsfólk til Mylnuna í Berjabrekku

Kom og starvast saman við okkum í snøgga handlinum á Berjabrekku. Vit leita í løtuni eftir einum starvsfólki, ið á bestan hátt kann veita kundatænastu og selja og vísa á okkara breyð og køkur, ið koma beint frá bakaranum.

Góðska og kundatænasta eru lyklaorð hjá Mylnuni, og vænta vit av tær, at tú ert smílandi, røkin og ábyrgdarfull/ur.

 

Vit ynskja eitt starvsfólk, ið kann arbeiða 30-35 tímar um vikuna, og tá er talan bæði um morgun- og dagvaktir og annaðhvørt vikuskifti.

 

Hevur tú hug at gerast partur av toyminum á Berjabrekku, kanst tú senda okkum tína umsókn umvegis leinkjuna í høgru síðu. Um tú hevur spurningar til eitthvørt, kanst tú venda tær til Joan E. Justinussen, handilsleiðara, á telefon 769091.

Lagt út tann
17. mai 2024
Starv
Handilsfólk
Starvsheiti
Starvsfólk til Mylnuna í Berjabrekku
Virki
SMS
Deild
Mylnan1 Berjabrekka
Byrjunardagur
Skjótast gjørligt
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor