fo / en
Totalview HR rekruttering
Ment av Formula

Ábyrgdarfólk til Omaná

Vit leita eftir einum starvsfólki, ið kann taka lut í dagliga rakstrinum og vera við at lyfta tænastustøði í hugnaligu kafeini í SMS. Vit framleiða lekkran heimagjørdan ís og kondittarakøkur, og vit leggja stóran dent á, at góðskan og kundatænastan er í hásæti.

 

Umframt at starvast í kafeini við sølu og kundatænastu, ynskja vit, at tú kanst vera við at taka ábyrgd av kafe-partinum í Omaná, herundir at hjálpa við at gera vaktarætlan, at bíleggja summar vørur og at fáast við sosialar miðlar.

 

Um teg: Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir innan fíggjarstýring og starvsfólkaumsiting. Tú mást duga at arbeiða sjálvstøðugt og samstundis vera fyrikomandi og samstarvssinnað/ur, og so bilar tað ikki, um tú hevur áhuga fyri mati og bakstri :-)

 

Vit kunnu bjóða eitt spennandi og fjølbroytt starv, har tú hevur møguleika at menna teg persónliga og fakliga. Vit hava ein góðan starvsfólkahóp, har vit í felag loysa dagligu uppgávurnar.

Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna, og lønin er eftir avtalu.

 

Ynskir tú at gerast partur av toyminum, kanst tú senda okkum tína umsókn og lívsrensl umvegis leinkjuna í høgru síðu. Vit gleða okkum at hoyra frá tær :-) Vit lesa umsóknir leypandi.

Hevur tú spurningar til eitthvørt, kanst tú venda tær til Malene Fisker Waag, stjóra, á telefon 787912

 

Lagt út tann
17. okt. 2024
Starv
Starvsfólk
Starvsheiti
Ábyrgdarfólk til Omaná
Virki
SMS
Deild
Omaná
Byrjunardagur
01. nov. 2024
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor