fo / en
Totalview HR rekruttering
Ment av Formula

Leys størv

22. okt. 2024
Parttíðarstarv í krásadeildini í Miklagarði

Vit leita eftir einum starvsfólki til krásadeildina hjá okkum í Miklagarði, har vit hvønn dag hava nógvar kundar framvið. Vit gera bæði mat út úr húsinum og ymiskar matloysnir til handilin, salat, viðskera og so hava vit eitt stórt úrval av ymiskum ostum.

 

Talan er um eitt parttíðarstarv nakrar seinnapartar um vikuna, til sølu og kundatænastu.

 

Vit ynskja ein starvsfelaga, ið er fyrikomandi og tilvitað/ur um góðsku og reinføri. Tú má harafturat hava lætt við at samskifta við kundar og starvsfelagar.

Ynskiligt er, at tú kanst samskifta á norðurlendskum málum.

 

Hevur tú hug at gerast partur av toyminum, kanst tú senda okkum tína umsókn umvegis leinkjuna í høgru síðu. Hevur tú spurningar til eitthvørt, kanst tú venda tær til Jesper Nielsen, leiðara, á telefon 233439.

 

Umsóknarfreist:
11. sep. 2024
Starvsfólk til krásadeildina í Miklagarði

Vit leita eftir einum starvsfólki til krásadeildina hjá okkum í Miklagarði, har vit hvønn dag hava nógvar kundar framvið. Vit gera bæði mat út úr húsinum og ymiskar matloysnir til handilini, salat, viðskera og so hava vit eitt stórt úrval av ymiskum ostum.

Vit leita eftir einum fólki til sølu og kundatænastu. Um tú ynskir tað, kanst tú vera við í menningini av rættum og úrvalið annars í deildini. Soleiðis kanst tú sjálv/ur vera við at seta tín dám á arbeiðsdagin.

 

Vit ynskja ein starvsfelaga, ið er fyrikomandi og tilvitað/ur um góðsku og reinføri. Tú má harafturat hava lætt við at samskifta við kundar og starvsfelagar.

Ynskiligt er, at tú kanst samskifta á norðurlendskum málum.

 

Arbeiðstíðin er áleið 35-40 tímar um vikuna mánadag til fríggjadag og triðjahvønn leygardag.

 

Hevur tú hug at gerast partur av toyminum, kanst tú senda okkum tína umsókn umvegis leinkjuna í høgru síðu. Hevur tú spurningar til eitthvørt, kanst tú venda tær til Jesper Nielsen, leiðara, á telefon 233439.

Umsóknarfreist:
19. jun. 2024
Parttíðarstarv í Mylnuni í miðbýnum

Til Mylnuna á Niels Finsens gøtu leita vit eftir fólki at arbeiða nøkur kvøld um vikuna og okkurt vikuskifti. Um tú gongur í skúla, hevur arbeiði í dagtímunum ella bert ynskir tær eitt kvøldarstarv, er hetta kanska rætta starvið fyri teg.

Tín fremsta uppgáva í handlinum er at veita góða kundatænastu, harafturat skalt tú fylla vørur upp og annars gera títt fyri, at handilin er innbjóðandi at koma í.

 

Vit leita eftir tær, ið er

-          áhugað/ur í kundatænastu og sølu

-          fryntlig/ur og fyrikomandi

-          sjálvstøðug/ur og álítandi

 

Arbeiðstíðin er áleið 20 tímar um mánaðin.

Um tú hevur hug at gerast partur av toyminum, kanst tú senda tína umsókn umvegis síðuna her. Eru spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Beintu Bisp, handilsleiðara, á telefon 791994.

 

Umsóknarfreist:
14. jun. 2024
Starvsfólk til Miklagarð

Kom og starvast saman við okkum í Føroya størsta matvøruhandli!

Vit leita í løtuni eftir einum starvsfólki at arbeiða áleið 40 tímar um vikuna.

 

Tú kemur at fylla vørur á hyllarnar og at taka fyri við kassan. Tú skal sjálvandi eisini vera við at geva kundum okkara eina góða innkeypsuppliving við at vegleiða og hjálpa teimum, og annars eru fyrifallandi uppgávur, ið stinga seg upp gjøgnum dagin.

 

Vit leita eftir tær, ið er fyrikomandi, ábyrgdarfull/ur og arbeiðssom/samur. Afturfyri kunnu vit bjóða eitt gott arbeiðsumhvørvi, har samstarv og kundatænasta er í miðdeplinum.

 

Arbeiðstíðin er mánadag til fríggjadag og triðja hvønn leygardag.

 

Hevur tú spurningar til eitthvørt, kanst tú venda tær til Karin Jacobsen, handilsleiðara, á telefon 233431.

Send okkum tína umsókn umvegis leinkjuna í høgru síðu. Vit lesa umsóknir leypandi.

 

Umsóknarfreist:
17. mai 2024
Starvsfólk til Mylnuna í Berjabrekku

Kom og starvast saman við okkum í snøgga handlinum á Berjabrekku. Vit leita í løtuni eftir einum starvsfólki, ið á bestan hátt kann veita kundatænastu og selja og vísa á okkara breyð og køkur, ið koma beint frá bakaranum.

Góðska og kundatænasta eru lyklaorð hjá Mylnuni, og vænta vit av tær, at tú ert smílandi, røkin og ábyrgdarfull/ur.

 

Vit ynskja eitt starvsfólk, ið kann arbeiða 30-35 tímar um vikuna, og tá er talan bæði um morgun- og dagvaktir og annaðhvørt vikuskifti.

 

Hevur tú hug at gerast partur av toyminum á Berjabrekku, kanst tú senda okkum tína umsókn umvegis leinkjuna í høgru síðu. Um tú hevur spurningar til eitthvørt, kanst tú venda tær til Joan E. Justinussen, handilsleiðara, á telefon 769091.

Umsóknarfreist:
Sjálvboðin umsókn

Er einki starv lýst leyst á síðuni, ið hevur tín áhuga, ert tú vælkomin at senda okkum eina sjálvbodna umsókn umvegis síðuna her.

Fortel okkum hvar tú kundi hugsa tær at starvast, og møguliga hvussu nógvar tímar um vikuna tú ynskir at arbeiða.

 

Vit hyggja leypandi eftir sjálvbodnu umsóknunum, og seta okkum í samband við teg, hava vit okkurt, ið vit halda hóskar til tín.

 

Vit goyma umsóknina í 180 dagar. Hevur tú einki hoyrt frá okkum tá tíðin er fráliðin, verður ein teldupostur sendur til tín, har tú skal vátta ella nokta, at umsóknin framvegis verður goymd í skipanini.

Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor