Parttíðarstarv í Mylnuni í miðbýnum
Til Mylnuna á Niels Finsens gøtu leita vit eftir fólki at arbeiða nøkur kvøld um vikuna og okkurt vikuskifti. Um tú gongur í skúla, hevur arbeiði í dagtímunum ella bert ynskir tær eitt kvøldarstarv, er hetta kanska rætta starvið fyri teg.
Tín fremsta uppgáva í handlinum er at veita góða kundatænastu, harafturat skalt tú fylla vørur upp og annars gera títt fyri, at handilin er innbjóðandi at koma í.
Vit leita eftir tær, ið er
- áhugað/ur í kundatænastu og sølu
- fryntlig/ur og fyrikomandi
- sjálvstøðug/ur og álítandi
Arbeiðstíðin er áleið 20 tímar um mánaðin.
Um tú hevur hug at gerast partur av toyminum, kanst tú senda tína umsókn umvegis síðuna her. Eru spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Beintu Bisp, handilsleiðara, á telefon 791994.