fo / en
Totalview HR rekruttering
Ment av Formula

Parttíðarstarv í krásadeildini í Miklagarði

Vit leita eftir einum starvsfólki til krásadeildina hjá okkum í Miklagarði, har vit hvønn dag hava nógvar kundar framvið. Vit gera bæði mat út úr húsinum og ymiskar matloysnir til handilini, salat, viðskera og so hava vit eitt stórt úrval av ymiskum ostum.

 

Talan er um eitt parttíðarstarv nakrar seinnapartar um vikuna, til sølu og kundatænastu.

 

Vit ynskja ein starvsfelaga, ið er fyrikomandi og tilvitað/ur um góðsku og reinføri. Tú má harafturat hava lætt við at samskifta við kundar og starvsfelagar.

Ynskiligt er, at tú kanst samskifta á norðurlendskum málum.

 

Hevur tú hug at gerast partur av toyminum, kanst tú senda okkum tína umsókn umvegis leinkjuna í høgru síðu. Hevur tú spurningar til eitthvørt, kanst tú venda tær til Jesper Nielsen, leiðara, á telefon 233439.

 

Lagt út tann
22. okt. 2024
Starv
Krásafólk
Starvsheiti
Parttíðarstarv í krásadeildini í Miklagarði
Virki
SMS
Deild
MI-40 Slaktarin
Byrjunardagur
Skjótast gjørligt
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor