fo / en
Totalview HR rekruttering
Ment av Formula

Leys størv

27. mai 2022
Starvsfólk til Mylnuna

Dámar tær væl at fáast við matgerð og serliga í tí søta køkinum? Gongur tú upp í, at útsjónd og smakkur gongur upp í eina hægri eind? So er eitt starv í Mylnuni møguliga nakað fyri teg. Á kondittarínum hjá Mylnuni sóknast vit eftir einum starvsfólki, ið hevur áhuga fyri køkum og bakstri.

 

Hjá okkum verður tú partur av toyminum, ið stendur fyri dagligu framleiðsluni í kondittarínum. Tú luttekur í kreativu menningini av bakstri og køkum, og er á tann hátt við til at seta tín dám á arbeiðsdagin.

Vit vænta av okkara starvsfólkum, at tey eru ábyrgdarfull, at tey duga væl at arbeiða skipa, at tey arbeiða væl sjálvstøðugt líka so væl sum í einum toymi.

 

Talan er um fulltíðarstarv, har arbeiðstíðin vanliga er millum kl. 6.00 og kl. 15.00. Hevur tú av onkrum áðum ynski til arbeiðstíð innanfyri hesa tíðarrammuna, eru vit til at tosa við. Vikuskiftisarbeiði kann koma fyri.

 

Útbúgving er ikki neyðug. Um áhugin fyri økinum er til staðar, eru vit til reiðar at taka eitt prát.

Eru spurningar til starv ella starvssetan, ber til at venda sær til Eirikur Magnussen, bakarameistara, á telefon 214456.

 

Umsóknarfreist:
23. mai 2022
Starvsfólk til Bónus í Klaksvík

Bónus í Klaksvík leitar eftir einum fryntligum og fyrikomandi starvsfólki, ið leggur í at geva kundunum bestu innkeypsupplivingina. Tú kemur millum annað at avgreiða kundar við kassan, at fylla vørur út í handilin, og at syrgja fyri, at handilin er snøggur og innbjóðandi.

 

Starvið er áleið 30 tímar um vikuna, arbeiðstíðin er vanliga í dagtímunum frá kl. 9.00 til kl. 16.00.

 

Ert tú áhugað/ur í at gerast partur av toyminum í Klaksvík, kanst tú senda okkum nøkur orð um teg sjálva/n umvegis leinkjuna í høgru síðu. Hevur tú spurningar til starv ella starvssetan, kanst tú venda tær til Jonu í Lon, handilsleiðara, á telefon 233449.

 

Umsóknarfreist:
17. mai 2022
Starvsfólk til Mylnuna á Berjabrekku

Leitar tú eftir einum starvi í handilsvinnuni? So hava vit beint nú eitt starv leyst at søkja í Mylnuni á Berjabrekku. Hjá okkum fáa vit hvønn dag lekkrar vørur frá bakarínum, og leggja vit stóran dent á at vísa hesar fram á bestan hátt. Gott handverk og góð tænasta gongur hond í hond í handlum okkara, og leita vit tí eftir einum fryntligum og fyrikomandi starvsfelaga.

 

 

Uppgávurnar fevna í høvuðsheitum um at avgreiða kundar, bæði við kassan og á gólvinum, um tørvur er á tí, at fylla vørur á hyllarnar og sum heild at halda handilin penan og innbjóðandi.

 

Talan er um eitt fulltíðarstarv á áleið 35 tímar um vikuna.

 

Um tú ert áhugað/ur í at gerast partur av toyminum á Berjabrekku, kanst tú senda tína umsókn umvegis síðuna her. Eru spurningar til starv ella starvssetan, kanst tú venda tær til Joan E. Justinussen, handilsleiðara, á telefon 769091.

Umsóknarfreist:
16. mai 2022
Tænari til Angus Steakhouse í Klaksvík

Vit sóknast eftir tænarum til fulla tíð og til parttíð nøkur kvøld um vikuna. Sum tænari hjá okkum kemur tú at taka ímóti gestum, taka ímóti bíleggingum, borðreiða mat og drykkjuvørur, og at halda matstovuna reina og ruddiliga.

 

Ert tú fyrikomandi og smílandi av lyndi, dugur tú at arbeiða skipa, at hava yvirlit, og hevur tú tænastusinni, kanst tú senda okkum eina umsókn og møguliga gerast partur av okkara toymi, har samstarv, samanhald og góð tænasta er í miðdeplinum :-)

 

Fyri fulltíðarstarvið er galdandi, at arbeiðstíðin er 35-40 tímar um vikuna í skiftandi dag- og kvøldvaktum. Ynskir tú at arbeiða seinnapartar/kvøld, er arbeiðstíðin áleið 20-25 tímar um vikuna. Størvini verða sett sum skjótast, ella eftir avtalu.

Hevur tú hug at gerast partur av toyminum, og harvið vera við at geva gestum okkara eina framúr matstovu-uppliving? So kanst tú senda okkum nøkur orð um teg sjálva/n umvegis leinkjuna í høgru síðu. Eru spurningar til starv ella starvssetan, kanst tú venda tær til Rebekku Petursdóttir á telefon 221682.

Umsóknarfreist:
16. mai 2022
Uppvaskari til Angus Steakhouse í Klaksvík

Vit sóknast eftir einum uppvaskara til køkin í Angus at byrja beinanvegin.

Serliga hava vit tørv á uppvaskara um kvøldi og í vikuskiftinum. Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Suyash á telefon 505850.

 

Tú søkir starvið við at senda nøkur orð um teg sjálva/n umvegis leinkjuna í høgru síðu.

 

Umsóknarfreist:
27. apr 2022
Starvsfólk til Bónus í Miðvági

Í Bónus í Miðvági hava vit tørv á fleiri starvsfólkum at arbeiða seinnapart/kvøld og vikuskiftisvaktir. Kanska tú gongur í skúla í dagtímunum, ella eitt kvøldarstarv hóskar seg betri til tín av øðrum orsøkum, so er bara at søkja :-)

 

Uppgávurnar fevna í høvuðsheitum um at hjálpa og ráðgeva kundum, um teir hava tørv á tí, at fylla upp í handlinum, at avgreiða kundar við kassan og at hjálpa til við at halda handilin reinan og ruddiligan.

 

Vit leita sjálvandi eftir tær, ið er fyrikomandi, ábyrgdarfull/ur og arbeiðssom/samur.

 

Ljóðar hetta sum eitt starv fyri teg, kanst tú senda okkum nøkur orð um teg sjálva/n umvegis leinkjuna í høgru síðu. Hevur tú spurningar til starv ella setan, kanst tú venda tær til Mariu Hansen, handilsleiðara, á telefon 233446.

 

Umsóknarfreist:
27. apr 2022
Starvsfólk til Bónus í Miðlon

Til handilin í Miðlon leita vit eftir einum fryntligum og fyrikomandi starvsfólki, ið leggur í at geva kundunum bestu innkeypsupplivingina. Tú kemur millum annað at hava ábyrgdina av deildini við frukt og grønt, sum er ein tann týdningarmiklasta í handlinum. Aðrar uppgávur fevna um at avgreiða kundar við kassan, at fylla aðrar vørur út í handilin, og at syrgja fyri, at handilin er snøggur og innbjóðandi.

 

Tú kemur at arbeiða í dagtímunum frá kl. 8.30 til 16.00.

 

Er hetta starvið fyri teg, kanst tú senda okkum nøkur orð um teg sjálva/n umvegis leinkjuna í høgru síðu. Hevur tú spurningar til starv ella starvssetan, ber til at venda sær til Bárður Olsen, handilsleiðara, á telefon 233441.

 

Umsóknarfreist:
22. apr 2022
Bakari til Mylnuna

Til framleiðsluna í Miðlon leita vit eftir einum frískum bakara, ið gongur upp í sítt handverk og er klárur at fara til verka. Vit hava framleitt væl dámdu bakaravørurnar síðan 1988. Góða, gamla handverkið er í miðdeplinum hóast vit eisini allatíð menna nýggjar vørur.

 

Hjá okkum kemur tú at luttaka í framleiðsluni av ymiskum sløgum av breyði, køkum og wienarbreyði, ið verður koyrt út í handlar okkara kring landi hvønn morgun.

 

 

Vit leita eftir einum bakara til fulltíðarstarv, mánadag til fríggjadag og annaðhvørt vikuskifti. Arbeiðstíðin er vanliga frá kl. 7 til kl. 15.

 

Hevur starvið tín áhuga, kanst tú senda tína umsókn umvegis leinkjuna í høgru síðu. Hevur tú spurningar til starv ella starvssetan, kanst tú venda tær til Eirikur Magnussen, bakarameistara, á telefon 214456.

Umsóknarfreist:
12. apr 2022
Starvsfólk til Sunset Boulevard

Í Sunset í SMS hava vit nógv at gera hvønn dag, og leita vit í løtuni eftir einum starvsfólki, sum kann arbeiða fulla tíð saman við okkum.

 

Sum starvsfólk hjá okkum kemur tú at standa við kassan, gera mat og aðrar fyrifallandi uppgávur. Týdningarmiklasta uppgávan hjá okkara starvsfólkum er at geva kundunum eina góða uppliving, so góða, at teir hava hug at koma aftur. Tí er tað umráðandi, at vit átaka okkum tær ymsu uppgávurnar við einum smíli :-)

 

Arbeiðstíðin er áleið 35-40 tímar um vikuna, og arbeitt verður í skiftandi vaktum.

Ert tú áhugað/ur í at koma og starvast hjá okkum, kanst tú senda okkum tína umsókn umvegis leinkjuna í høgru síðu. Hevur tú spurningar til starv ella starvssetan, kanst tú venda tær til Sofia Nikolaidou á telefon 788021.

Umsóknarfreist:
08. apr 2022
Starvsfólk til Mylnuna

Til handilin á Jónas Broncks gøtu hava vit tørv á einum starvsfólki, ið kann arbeiða fulla tíð í skiftandi vaktum.

Vit leita eftir viðkomandi, ið á bestan hátt kann selja og vísa á okkara breyð og køkur, ið koma beint frá bakaranum. Hjá okkum eru góðska og kundatænasta lyklaorð, og vænta vit av tær, at tú sum handilsfólk er fyrikomandi og ábyrgdarfull/ur.

 

Uppgávurnar fevna í høvuðsheitum um at avgreiða kundar, bæði við kassan og á gólvinum, um tørvur er á tí, at fylla vørur á hyllarnar og sum heild at halda handilin penan og innbjóðandi.

 

Um tú ert áhugað/ur í at gerast partur av toyminum á Jónas Broncks, kanst tú senda tína umsókn umvegis síðuna her. Eru spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Lindu Lydersen, handilsleiðara, á telefon 769093.

 

Umsóknarfreist:
05. apr 2022
Starvsfólk til Hornið í SMS

Í Horninum hava vit nógv at gera hvønn dag, og leita vit nú eftir tveimum nýggjum starvsfeløgum. Vit hava tørv á einum fólki til fulltíðarstarv og einum, ið kemur at arbeiða áleið hálva tíð.

 

Hjá okkum verður tú partur av einum ungum og fryntligum toymi, og tín uppgáva verður at avgreiða kundar, at gera teir leskiligu kaffi- og tedrykkirnar og annars at syrgja fyri, at kafein altíð er snøgg og innbjóðandi.

 

Vit leita eftir tær, ið er tænastusinnað/ur og annars fryntlig/ur og ábyrgarfull/ur.

 

Um tú hevur hug at gerast partur av toyminum, kanst tú senda okkum nøkur orð um teg sjálva/n umvegis síðuna her. Hevur tú spurningar til starv ella starvssetan, kanst tú venda tær til Mary Sigurheim á telefon 259252.

Umsóknir verða viðgjørdar leypandi.

 

Umsóknarfreist:
04. apr 2022
Tænari til Angus Steakhouse

Angus í Tórshavn leitar eftir einum tænara at arbeiða nøkur kvøld um vikuna og annaðhvørt vikuskifti.

Hjá Angus Steakhouse halda vit, at lykilin til góða kundatænastu eru glað og motiverað starvsfólk. Tú verður tí partur av einum toymi, har samstarv, samanhald og góð tænasta er í miðdeplinum.

 

Sum tænari kemur tú at taka ímóti gestum, at taka ímóti bíleggingum, at borðreiða mat og drykkjuvørur og at halda matstovuna reina og ruddiliga – alt við einum smíli.

Vit vænta av tær, at tú ert fyrikomandi og smílandi av lyndi, at tú dugur at arbeiða skipa, at hava yvirlit, og at tú hevur tænastusinni.

 

Arbeiðstíðin er áleið 15 tímar um vikuna. Starvið verður sett sum skjótast, ella eftir avtalu.

 

Hevur tú hug at gerast partur av okkara toymi, og harvið vera við at geva gestum okkara eina framúr matstovu-uppliving? So kanst tú søkja starvið her á síðuni. Eru spurningar, kanst tú venda tær til Rebekku Petursdóttir á telefon 221682.

G.G. Vit ynskja, at tú ert yvir 18 ár.

 

Umsóknarfreist:
02. mar 2022
Kom og starvast í Mylnuni eftir skúlatíð

Mylnan á Jónas Broncksgøtu leitar eftir fólki at arbeiða nøkur kvøld um vikuna og okkurt vikuskifti. Um tú gongur í skúla, hevur arbeiði í dagtímunum ella bert ynskir tær eitt kvøldarstarv, er hetta kanska rætta starvið fyri teg.

 

Vit leita eftir tær, ið er

-          áhugað/ur í kundatænastu og sølu

-          fryntlig/ur og fyrikomandi

-          sjálvstøðug/ur og álítandi

 

Arbeiðstíðin er áleið 20 tímar um mánaðin.

 

Um tú hevur hug at gerast partur av toyminum, kanst tú senda tína umsókn umvegis síðuna her. Eru spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Lindu Lydersen, handilsleiðara, á telefon 769093.

Umsóknarfreist:
04. feb 2022
Starvsfólk til Mylnuna í miðbýnum

Kundi tú hugsa tær at arbeitt nakrar tímar eftir skúlatíð?

 

Mylnan í miðbýnum sóknast eftir fólki at arbeiða áleið 20 tímar um mánaðin. Tínar uppgávur verða millum annað at standa við kassan, at fylla vøru upp og annars at syrgja fyri, at handilin er innbjóðandi og ruddiligur.

 

Ert tú ábyrgdarfull/ur, fyrikomandi og røsk/raskur, og hevur tú hug at gerast partur av unga toyminum, kanst tú senda okkum nøkur orð um teg sjálva/n umvegis leinkjuna í høgru síðu.

Hevur tú spurningar til starvið kanst tú venda tær til Vár Egholm á telefon 769094.

 

Vit gleða okkum at hoyra frá tær :-)

 

Umsóknarfreist:
25. jan 2022
Fulltíðarstarvsfólk til Mylnuna á Smyrilsvegi

Kundi tú hugsa tær eitt starv, har tín størsta uppgáva er at veita kundum eina góða innkeypsuppliving? So er Mylnan á Smyrilsvegi møguliga eitt stað fyri teg. Vit leita í løtuni eftir einum starvsfelaga, ið kann hjálpa okkum at selja bakara- og aðrar vørur, at veita góða kundatænastu, og sum heild halda handilin hjá okkum penan og innbjóðandi.

 

Hjá okkum verður tú partur av einum toymi, ið arbeiður tætt saman, og er tað týdningarmikið, at tú ert sosial/ur, fryntligur og fyrikomandi.

 

Arbeiðstíðin er 35 tímar um vikuna í skiftandi vaktum, og vit síggja gjarna, at tú byrjar sum skjótast.

 

Sært tú teg sjálva/n í starvinum, ert tú vælkomin at senda tína umsókn umvegis leinkjuna í høgru síðu. Hevur tú spurningar til starv ella starvssetan, kanst tú venda tær til Honnu Haraldsen, handilsleiðara, á telefon 275048.

 

Umsóknarfreist: