fo / en
Totalview HR rekruttering
Ment av Formula

Handilsfólk til Miklagarð

Kom og starvast saman við okkum í Føroya størsta matvøruhandli! Vit leita í løtuni eftir einum starvsfólki at arbeiða áleið 40 tímar um vikuna.

 

Tín uppgáva verður at fylla vøru á hyllarnar, at vegleiða og hjálpa kundum okkara, at syrgja fyri, at handilin er ruddiligur og innbjóðandi, og annars fyrifallandi uppgávur sum stinga seg upp gjøgnum dagin.

 

Vit leita eftir tær, ið er fyrikomandi, ábyrgdarfull/ur og arbeiðssom/samur. Afturfyri kunnu vit bjóða eitt gott arbeiðsumhvørvi, har samstarv og kundatænasta er í miðdeplinum.

 

Arbeiðstíðin er mánadag til fríggjadag og triðja hvønn leygardag.

 

Hevur tú spurningar til eitthvørt, kanst tú venda tær til Karin Jacobsen, handilsleiðara, á telefon 233431.

Send okkum tína umsókn umvegis leinkjuna í høgru síðu. Vit lesa umsóknir leypandi.

 

Lagt út tann
22. apr. 2024
Starv
Handilsfólk
Starvsheiti
Handilsfólk til Miklagarð
Virki
SMS
Deild
MI-10 Miklagarður
Byrjunardagur
Skjótast gjørligt
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor