fo / en
Totalview HR rekruttering
Ment av Formula

Starvsfólk til kondittaríið í Mylnuni

Vit leita eftir einum starvsfólki til kondittara-toymið hjá okkum í Mylnuni. Tað er ikki neyðugt at tú ert útbúgvin kondittari, bara tú hevur áhuga fyri- og tímur at fáast við køku og bakstri.

Í Mylnuni framleiða vit bakara- og kondittaravørur til handlarnar Bónus, Mylnan og Miklagarð, samstundis sum vit taka ímóti ordrum umvegis heimasíðu okkara mylnan.fo. Uppgávurnar eru ymiskar og eru dagarnir tí sjálvdan eins í framleiðsluni.

 

Tú verður partur av toyminum, ið stendur fyri dagligu framleiðsluna í kondittarínum. Tú luttekur í kreativu menningini av bakstri og køkum, og er á tann hátt við til at seta tín dám á arbeiðsdagin.

 

Tað er umráðandi fyri okkum, at okkara starvsfólk eru ábyrgdarfull, at tey duga væl at arbeiða skipa, og at tey arbeiða væl sjálvstøðugt líka so væl sum í einum toymi.

 

Arbeiðstíðin er vanliga millum kl. 6 og kl. 14, 40 tímar um vikuna, og vikuskiftisarbeiði kann koma fyri. Arbeiðsstaðurin er í Miðlon á Hoyvíksvegi 67 í Tórshavn.

 

Talan er um eitt farloyvisstarv í eitt ár, men møguleiki er fyri at leingja.

 

Kundi tú hugsa tær at verið partur av toyminum, kanst tú senda okkum tína umsókn umvegis leinkjuna í høgru síðu. Hevur tú spurningar til eitthvørt, kanst tú venda tær til Maigunn Nattestad, leiðara í kondittarínum, á telefon 227506.  

Lagt út tann
19. apr. 2024
Starv
Kondittari
Starvsheiti
Starvsfólk til kondittaríið í Mylnuni
Virki
SMS
Deild
Bak-35
Starvstíð
01. mai 2024 - 30. apr. 2025
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor