Starvsfólk til reingerð
Til matarstøðini í SMS leita vit eftir einum álítandi starvsfólki til rudding og reingerð, soleiðis at gestir okkara altíð fáa eina góða uppliving, tá tey eta í matstovum okkara.
Hjá okkum verður tín uppgáva at syrgja fyri, at matstovurnar altíð eru innbjóðandi og reinar, at borðini eru ruddað, og at reinføri sum heild er gott. Tú má vera fyrikomandi av lyndi, og hava lætt við at samskifta við gestir og starvsfelagar, og tað er sera umráðandi, at tú hevur eyga fyri smálutum.
Talan er um parttíðarstarv har arbeiðstíðin vanliga er millum kl. 11 og kl. 16 mánadag til leygardag. Hevur tú ynski um fleiri ella færri tímar um vikuna, eru vit til at práta við :-)
Ert tú áhugað/ur at gerast partur av toyminum, kanst tú senda tína umsókn umvegis leinkjuna í høgru síðu. Hevur tú spurningar til eitthvørt, kanst tú venda tær til Katrin Káradóttir á telefon 233425.