fo / en
Totalview HR rekruttering
Ment av Formula

Slaktarahjálp

Til slaktaran í Miklagarði leita vit eftir einum fryntligum starvsfólki, ið kann hjálpa til við ymiskum fyrifallandi á deildini, so sum at hjálpa í framleiðsluni og lættari reingerð.

 

Kundi tú hugsa tær eitt spennandi starv, har framleiðsla av hágóðsku kjøti og útskeringum eru í hásæti, er tað møguliga tær vit leita eftir.

 

Hjá slaktaranum í Miklagarði er altíð úr at gera, vit framleiða kjøt til Miklagarð, Mylnurnar og Bónus handlarnar kring alt landi umframt fleiri matstovur. Starvsfólkini eru von at arbeiða í høgari ferð uttan at slaka uppá góðskuna, sum altíð er í hásæti í slaktarínum.

 

Starvið er fulla tíð, og lønt verður eftir avtalu. Útbúgving innan øki er ikki ein treyt.

At byrja skjótast gjørligt ella eftir avtalu.

Hevur tú spurningar til eitthvørt, kanst tú venda tær til Rasmus Konggaard, sláturmeistara, á telefon 233432. Tú søkir starvið beinleiðis her á síðuni.

Lagt út tann
18. apr. 2024
Starv
Starvsfólk
Starvsheiti
Slaktarahjálp
Virki
SMS
Deild
MI-40 Slaktarin
Byrjunardagur
Skjótast gjørligt
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor