fo / en
Totalview HR rekruttering
Ment av Formula

Starvsfólk til Sheep í Tórshavn

Kom og starvast saman við okkum í Sheep á Hálsi. Handilin er á tremur við gerandis- og vakurleikavørum, alt til hárrøkt og nógv annað. Vøruúrvalið er risastórt, og vit fáa javnan nýggjar, spennandi vørur heim.

 

Hjá okkum verða tínar uppgávur at avgreiða kundar við kassan, at fylla vørur upp í handlinum, og sum heild at hjálpa við at halda handilin ruddiligan og innbjóðandi.

 

Beint nú hava vit tørv á einum starvsfólki, sum kann arbeiða áleið 30 tímar um vikuna, mánadag til fríggjadag.

 

Heldur tú teg vera tann, vit leita eftir? Send okkum so nøkur orð um teg sjálva/n umvegis leinkjuna í høgru síðu. Hevur tú spurningar til eitthvørt, kanst tú venda tær til Mariu Sverradóttir, leiðara, á telefon 590717.

 

Lagt út tann
12. apr. 2024
Starv
Handilsfólk
Starvsheiti
Starvsfólk til Sheep í Tórshavn
Virki
SMS
Deild
Sheep Tórshavn
Byrjunardagur
Skjótast gjørligt
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor