fo / en
Totalview HR rekruttering
Ment av Formula

Matstovuleiðari til Angus Steakhouse í Tórshavn

Til væl vitjaðu matstovuna í Tórshavn leita vit eftir einum ábyrgdarfullum matstovuleiðara.

Vit leita eftir viðkomandi, ið hevur áhuga í at leiða, ganga undan og vera ein fyrimynd í menningini av heildarupplivingini í Angus í Tórshavn.

 

Matstovuleiðarin hevur ábyrgdina av:

  • Dagliga rakstrinum og tænastuni í matstovuni

  • Starvsfólkunum í matstovuni

Herundir at seta fólk, gera vaktarætlan og at læra og menna tey.

  • At bíleggja vørur í samráð við køksleiðaran

  • At ganga á odda fyri góðari kundatænastu

 

Av tær vænta vit, at:

  • Tú dugur at hava yvirlit og at arbeiða skipa

  • Tú hevur royndir innan matstovuyrki

  • Tú er smílandi og tænastusinnað/ur

  • Tú hevur góð samstarvsevni

 

Talan er um fulltíðarstarv. Av tí, at tú hevur ábyrgdina av matstovuni um kvøldið og í vikuskiftinum eisini, kanst tú vænta skiftandi arbeiðstíðir.

 

Løn er sambært avtalu. Freistin at søkja er 16. juni 2024 á midnátt, og verður starvið sett eftir avtalu. Eru spurningar til starvið kanst tú venda tær til Katrin Káradóttir, rakstrarleiðara, á telefon 233425.

 

Lagt út tann
30. mai 2024
Starv
Matstovuleiðari
Starvsheiti
Matstovuleiðari til Angus Steakhouse í Tórshavn
Virki
SMS
Deild
Angus Tórshavn
Umsóknarfreist
16. jun. 2024
Byrjunardagur
Skjótast gjørligt
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor