fo / en
Totalview HR rekruttering
Ment av Formula

Bakaralærlingur til Mylnuna

Dámar tær væl at baka? Og kundi tú hugsa tær at gjørt tað til tína yrkisleið?

 

Sum bakaralærlingur lærir tú at gera alskins sløg av breyði, køkum og wienarbreyði. Tú sleppur at arbeiða við hondunum og fært samstundis holla vitan um tað at framleiða breyð, gera deiggj, køkur o.a. Útbúgvingin sameinar teori og praksis, og tú fær bæði vitan innan bakstur, keyp og sølu, vørur og eftirlit.

 

Útbúgvingin tekur 4 ár tilsamans, har skift verður millum verkliga læru í bakarínum í Miðlon og skúlaskeið í Danmark. Sum bakaralærlingur hjá Mylnuni verður tú knýttur at ZBC skúlanum í Ringsted. Tú skalt sostatt til Danmarkar í skúla 5 ferð í lærlingatíðarskeiðnum og fær uppihaldið goldið.

 

Sum bakari hevur tú ein spennandi arbeiðsdag, har tú møtir tíðliga og fært tíðliga frí. Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna, og vikuskiftisarbeiði kann koma fyri.

 

Hevur tú lokið fólkaskúlan, og ljóðar hetta sum ein yrkisleið fyri teg? So kanst tú søkja um at gerast lærlingur hjá Mylnuni umvegis síðuna her. Umsóknarfreistin er 11. juni 2023 á midnátt, og starvið verður sett eftir avtalu.

Eru spurningar til starv ella okkurt annað í samband við læruna, kanst tú venda tær til Eirikur Magnussen, bakarameistara, á 214456.

 

Lagt út tann
24. mai 2023
Starv
Lærlingur
Starvsheiti
Bakaralærlingur til Mylnuna
Virki
SMS
Deild
Bak-35
Umsóknarfreist
11. jun 2023
Byrjunardagur
Skjótast gjørligt