fo / en
Totalview HR rekruttering
Ment av Formula

Starvsfólk til Hornið í SMS

Kom og arbeið saman við okkum seinnapartar og onkrar leygardagar!

 

Hjá okkum verður tú partur av einum ungum og fryntligum toymi, og verður uppgávan hjá tær at avgreiða kundar, at gera teir leskiligu kaffi- og tedrykkirnar og annars at syrgja fyri, at kafein altíð er snøgg og innbjóðandi.

 

Tú mást vera smílandi, tænastusinnað/ur og ábyrgdarfull/ur :-)


Vit ímynda okkum, at tú kanst arbeiða nakrar seinnapartar um vikuna og annaðhvønn leygardag, og gjarna eitt sindur meira í summarfrítíðini.

 

Hevur tú spurningar til starv ella starvssetan, kanst tú venda tær til Rebekku Petursdóttir, leiðara, á telefon 221682. Ert tú áhugað/ur í at starvast samam við okkum, kanst tú senda okkum nøkur orð um teg sjálva/n umvegis leinkjuna í høgru síðu.

 

Lagt út tann
15. mai 2023
Starv
Barista
Starvsheiti
Starvsfólk til Hornið í SMS
Virki
SMS
Deild
Hornið
Byrjunardagur
Skjótast gjørligt