Kondittaralærlingur til Omaná
Vit leita beint nú eftir einum kondittaralærlingi til spildurnýggja kondittaríið í SMS.
Hjá okkum kemur tú at luttaka í dagligu framleiðsluni av smáum og stórum køkum og av ísi. Tú ert við í kreativu menningini av vøruúrvalinum, og kanst tú á tann hátt vera við at seta tín dám á arbeiðsdagin.
Tú kemur at arbeiða við hondunum og fær gjøgnum útbúgvingina ein breiðan kunnleika um køkur, wienarbreyð, marsipan, sjokuláta o.a. Tú kemur eisini at læra at baka botnar, gera køkukrem og at skapa títt egna serkenni.
Útbúgvingin tekur 4 ár tilsamans, har skift verður millum verkliga læru í Omaná og skúlaskeið í Danmark. Øll skúlagongdin gongur fyri seg á ZBC skúlanum í Ringsted, og skalt tú niður í skúla 6 ferðir í lærlingatíðarskeiðinum.
Tá tú ert undir útbúgving, fært tú lærlingaløn sambært sáttmálanum hjá Handverkarafelagnum.
Sum persónur ert tú ábyrgdarfullur, títt arbeiðslag er skipað, tú arbeiður væl sjálvstøðugt líka so væl sum í einum toymi, og so ert tú sjálvandi íðin at læra og at menna teg í yrkinum :-)
Hevur hetta tín áhuga? So kanst tú senda okkum tína umsókn umvegis leinkjuna í høgru síðu. Um tú hevur spurningar til eitthvørt, kanst tú venda tær til Malene Fisker Waag, stjóra, á telefon 787912. Vit gleða okkum at hoyra frá tær!
Umsóknir verða viðgjørdar leypandi, og starvsbyrjan er eftir avtalu.