Starvsfólk til Krásadeildina í Miklagarði
Vit leita eftir einum starvsfólki, ið dámar væl at fáast við matgerð, og samstundis hevur hug at starvast við kundatænastu. Tín fremsta uppgáva á Krásadeildini verður at avgreiða og hjálpa kundum, og harafturat hjálpa við at fylla diskarnar við alskynd lekkrum krásavørum.
Vit leita eftir tær, ið er tænastusinnað/ur, dygdartilvin og gongur høgt upp í reinføri. Harafturat ynskja vit, at tú kanst samskifta á føroyskum.
Arbeiðstíðin er áleið 30-35 tímar um vikuna mánadag til fríggjadag og 3. hvønn leygardag.
Send okkum nøkur orð um teg sjálva/n umvegis leinkjuna í høgru síðu, um tú ert áhugað/ur at gerast partur av toyminum. Eru spurningar til starv ella starvssetan, kanst tú seta teg í samband við Rasmus Konggaard, sláturmeistara, á telefon 233432.