fo / en
Totalview HR rekruttering
Ment av Formula

Tænarar til Angus Steakhouse í Tórshavn

Til matstovuna í Havn leita vit eftir tænarum til fulltíðarstarv.

Sum tænari fært tú ábyrgdina av at taka ímóti gestum, at taka ímóti bíleggingum, at borðreiða mat og drykkjuvørur og at halda matstovuna reina og ruddiliga – alt við einum smíli :-)

 

Vit leita eftir tær, ið hevur lætt við at samskifta við gestir og starvsfelagar, ið er fyrikomandi og smílandi av lyndi, ið dugur at arbeiða skipa, og at hava yvirlit.

 

Um tú kundi hugsa tær at verið partur av tænaratoyminum, kanst tú senda okkum nøkur orð um teg sjálva/n umvegis leinkjuna í høgru síðu. Hevur tú spurningar til starv ella starvssetan, kanst tú venda tær til Katrin Káradóttir á telefon 233425.

 

Arbeiðstíðin er skiftandi, hevur tú ynskir hesum viðvíkjandi, eru vit til at tosa við.

 

Lagt út tann
11. apr 2023
Starv
Tænari
Starvsheiti
Tænarar til Angus Steakhouse í Tórshavn
Virki
SMS
Deild
Angus Tórshavn
Byrjunardagur
Skjótast gjørligt