fo / en
Totalview HR rekruttering
Ment av Formula

Starvsfólk til Miklagarð

Kundi tú hugsa tær at arbeitt í Føroya størsta matvøruhandli? So hava vit kanska eitt starv til tín í Miklagarði í SMS. Vit leita eftir einum starvsfólki til fyrifallandi uppgávur, so sum at fylla upp í handlinum, at vegleiða kundum, hjálpa til í fløskumóttøkuni o.a.

 

Vit leita eftir tær, ið er fyrikomandi, ábyrgdarfull/ur og arbeiðssom/samur. Afturfyri kunnu vit bjóða eitt gott arbeiðsumhvørvi, har samstarv og kundatænasta er í miðdeplinum.

 

Talan er um fulltíðarstarv, 40 tímar um vikuna, mánadag til fríggjadag.

Starvið verður sett so skjótt sum til ber.

Eru spurningar til starvið, ber til at venda sær til Johnny Priess, handilsleiðara, á telefon 283011. Tú søkir umvegis leinkjuna í høgru síðu.

 

Lagt út tann
21. okt 2022
Starv
Handilsfólk
Starvsheiti
Starvsfólk til Miklagarð
Virki
SMS
Deild
MI-10 Miklagarður
Byrjunardagur
Skjótast gjørligt