fo / en
Totalview HR rekruttering
Ment av Formula

Starvsfólk til Mylnuna á Smyrilsvegi

Til handilin á Smyrilsvegi hava vit tørv á einum starvsfólki til starv á 30-35 tímar um vikuna at byrja beinanvegin.

 

Sum handilsfólk fevna tínar uppgávur í høvuðsheitum um at avgreiða kundar, bæði við kassan og á gólvinum, at fylla vørur á hyllarnar og sum heild at halda handilin penan og innbjóðandi.

Tað er umráðandi fyri okkum, at tú ert vinarlig/ur og fyrikomandi av lyndi, at tú er arbeiðssom/samur, og at tú ert sjálvstøðug/ur og álítandi.

 

Um tú ert áhugaður í starvinum á Smyrilsvegi, kanst tú senda okkum nøkur orð um teg sjálva/n umvegis leinkjuna í høgru síðu. Hevur tú spurningar til starv ella starvssetan, kanst tú venda tær til Honnu Haraldsen, handilsleiðara, á telefon 275048.

Lagt út tann
29. aug 2022
Starv
Handilsfólk
Starvsheiti
Starvsfólk til Mylnuna á Smyrilsvegi
Virki
SMS
Deild
Mylnan2 Hálsi
Byrjunardagur
Skjótast gjørligt