fo / en
Totalview HR rekruttering
Ment av Formula

KT starvsfólk til SMS

Til SMS samtakið leita vit eftir einum ágrytnum starvsfólki til KT deildina hjá okkum.

 

SMS Samtakið fevnir um tvær handilsmiðstøðir, handlarnar Bónus, Mylnan, Miklagarður, matarstøðini í SMS, Angus Steakhouse og nøkur dótturfeløg. Samtakið er í støðugari menning, samstundis sum kunningartøknin fyllur alsamt meira, og vit flyta okkum meira talgilda og ”smarta” vegin. Tí leita vit nú eftir einum starvsfelaga, ið kann hjálpa okkum at menna og viðlíkahalda KT-økið í fyritøkuni.

 

Uppgávurnar á KT-deildini fevna breitt, tú kemur millum annað at fáast við:

-          KT- og netumsiting

-          Uppsetan, viðlíkahald og menning av skipanum

-          Nær- og fjarsupport til okkara starvsfólk

-          KT-trygd

-          Skjalfesting v.m.

 

Um teg

Tú mást hava skil fyri KT og evni og áhuga at seta teg inn í tær ymsu skipanirnar, sum vit brúka. Tú arbeiður skipa, og trívist væl í einum starvi, har ferðin er høg og tað ofta eru nógvir bóltar í luftini.

Tú mást duga at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi, og tað skal fella tær lætt at samskifta við veitarar, starvsfelagar o.ø.

 

Útbúgving innan øki er ikki ein treyt. Tað er tó ein fyrimunur, hevur tú arbeiðsroyndir á økinum og royndir at arbeiða í Windows, Linux, Microsoft 365 og Business Central.

 

Talan er um fulltíðarstarv, og lønt verður eftir avtalu.

Hevur tú spurningar til starv ella starvssetan, kanst tú venda tær til Jóhan Ziskason, KT-leiðara, á telefon 233434.

 

Freistin at søkja starvið er 10. juli 2022 á midnátt. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi, og setan er eftir avtalu. Send okkum umsókn, lívrensl og møgulig avrit av prógvum og viðmælum umvegis leinkjuna í høgru síðu.

 

Lagt út tann
23. jun 2022
Starv
KT starvsfólk
Starvsheiti
KT starvsfólk til SMS
Virki
SMS
Deild
Høvuðsskrivstova
Umsóknarfreist
10. jul 2022
Byrjunardagur
Skjótast gjørligt