Pakkifólk til slaktaríið í Miklagarði
Hjá slaktaranum í Miklagarði er altíð úr at gera, vit framleiða kjøt til handlar og matstovur kring alt landi.
Starvsfólkini eru von at arbeiða í høgari ferð uttan at slaka uppá góðskuna, sum altíð er í hásæti í slaktarínum.
Vit leita í løtuni eftir einum pakkifólki, har fremsta uppgávan er at pakka vørurnar, ið koma frá slaktarínum og krásadeildini.
Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna í skiftandi vaktum innanfyri vanliga upplatingartíð. Hevur tú spurningar til starv ella starvssetan, kanst tú venda tær til Rasmus Konggaard, sláturmeistara, á telefon 233432.
Tú søkir starvið umvegis leinkjuna í høgru síðu.