fo / en
Totalview HR rekruttering
Ment av Formula

Kom í bakaralæru!

Dámar tær væl at baka? Og kundi tú hugsa tær at gjørt tað til tína yrkisleið?

 

Sum bakaralærlingur lærur tú at gera alskins sløg av breyði, køkum og wienarbreyði. Tú sleppur at arbeiða við hondunum og fært samstundis holla vitan um tað at framleiða breyð, gera deiggj, køkur o.a. Útbúgvingin sameinar teori og praksis, og tú fær bæði vitan innan bakstur, keyp og sølu og eftirlit.

 

Útbúgvingin tekur 4 ár, og sum bakaralærlingur hjá Mylnuni verður tú knýttur at ZBC skúlanum í Ringsted. Tú skalt sostatt til Danmarkar í skúla 5 ferð í lærlingatíðarskeiðnum. Uppihaldið í Danmark fært tú goldið, og tú fær løn bæði tá tú ert til arbeiðis og tá tú ert í skúla.

Sum bakari hevur tú ein spennandi arbeiðsdag, har tú møtir tíðliga og fært tíðliga frí. Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna, og vikuskiftisarbeiði kann koma fyri.

 

Hevur hetta tín áhuga, og hevur tú lokið fólkaskúlan? So kanst tú søkja um at gerast lærlingur hjá Mylnuni umvegis síðuna her. Eru spurningar til starv ella okkurt annað í samband við læruna, kanst tú venda tær til Eirikur Magnussen, bakarameistara, á 214456.

 

Lagt út tann
16. jun 2022
Starv
Lærlingur
Starvsheiti
Kom í bakaralæru!
Virki
SMS
Deild
Bak-35
Umsóknarfreist
03. jul 2022
Byrjunardagur
Skjótast gjørligt