Kondittaralærlingur til Mylnuna
Ert tú kreativ/ur í dessertkøkinum og dámar tær at fáa køkur at síggja fantastiskar út? Hevur tú lokið fólka- ella miðnámsskúlan, og veist tú ikki ordiliga hvat tú skal nú? Kom í læru sum kondittari hjá Mylnuni.
Tú kemur at arbeiða við hondunum og fær gjøgnum útbúgvingina ein breiðan kunnleika um køkur, wienarbreyð, marsipan, sjokuláta o.a. Tú kemur eisini at læra at baka botnar, gera køkukrem og at skapa títt egna serkenni.
Útbúgvingin tekur 4 ár, og tú fært lærlingaløn sambært handverkarafelag fyri lærlingar.
Sum kondittaralærlingur hjá Mylnuni verður tú knýttur at ZBC skúlanum í Ringsted. Tú skalt sostatt til Danmarkar í skúla 7 ferð í lærlingatíðarskeiðnum og fær uppihaldið goldið.
Sum kondittari hevur tú ein spennandi arbeiðsdag, har tú møtir tíðliga og fært tíðliga frí. Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna, og vikuskiftisarbeiði kann koma fyri.
Hevur hetta tín áhuga? So kanst tú senda okkum tína umsókn umvegis leinkjuna í høgru síðu áðrenn 3. juli 2022. Starvið verður sett eftir avtalu.
Um tú hevur spurningar til eitthvørt, kanst tú venda tær til Eirik, bakarameistara, á telefon 214456.