fo / en
Totalview HR rekruttering
Ment av Formula

Starvsfólk til Fípuna

Til blómuhornið hjá okkum í Miklagarði leita vit eftir einum dugnaligum og kreativum starvsfelaga.

 

Vit leita eftir tær, ið

- er handalig/ur, og tímur væl at fáast við blómubinding og røkt av blómum og plantum.

- er fyrikomandi og tænastusinnað/ur.

- kann arbeiða sjálvstøðugt og í toymi.

 

Talan er um fulltíðarstarv. Vaktirnar eru skiftandi innan vanligu upplatingartíðina, tó kann arbeiði koma fyri í vikuskiftinum og á merkisdøgum.

 

Send okkum nøkur orð um teg sjálva/n umvegis leinkjuna í høgru síðu. Eru spurningar til starv ella starvssetan, kanst tú venda tær til Johnny Priess, handilsleiðara, á telefon 283011.

Ynskiligt er, at tú kanst byrja í starvinum í juli mánaða.

Lagt út tann
22. jun 2022
Starv
Blómubindari
Starvsheiti
Starvsfólk til Fípuna
Virki
SMS
Deild
MI-31 Fípan
Byrjunardagur
04. jul 2022