Lærlingur til slaktaran í Miklagarði
Hevur tú ein spírandi áhuga fyri kjøti og ymiskum útskeringum? So hevur tú her møguleikan at taka eina fakliga útbúgving á Føroya størsta slaktaríið. Á útbúgvingini lærur tú um slátur og útskering av ymiskum kríatúrum. Tú lærur hvussu kjøt verður skorið út, viðgjørt og góðskutryggjað, so tað hóskar seg til teir ymisku marknaðirnir.
Hjá slaktaranum í Miklagarði er altíð úr at gera, vit framleiða kjøt til Miklagarð, Mylnurnar, Bónus handlarnar og fleiri matstovur kring alt landi. Starvsfólkini eru von at arbeiða í høgari ferð uttan at slaka uppá góðskuna, sum altíð er í hásæti í slaktarínum.
Vit leita eftir viðkomandi, ið hevur áhuga fyri matgerð og teimum ymisku útskeringunum. Ein, ið dugur at arbeiða í høgari ferð, er fyrireikað/ur uppá skiftandi arbeiðstíðir, gongur høgt uppí reinføri og er til reiðar at arbeiða við skiftandi og fjølbroyttum uppgávum.
Útbúgvingin tekur upp í 4 ár, alt eftir hvørja útbúgving tú hevur frammanundan. Sum slaktaralærlingur hjá Miklagarði verður tú knýttur at ZBC skúlanum í Roskilde. Tú skalt sostatt til Danmarkar í skúla í 21 vikur deilt út yvir í lærlingatíðarskeiðið og fær hetta uppihaldið goldið.
Eru spurningar til starvið ella lærutíðina, ert tú vælkomin at venda tær til Rasmus Konggaard, slaktarameistara, á telefon 233432.
Hevur tú ein slaktara goymdan í tær? So kanst tú søkja lærupláss í Miklagarði við at fylgja leinkjuni í høgru síðu. Freistin at søkja er 3. juli 2022, og starvið verður sett eftir avtalu.