fo / en
Totalview HR rekruttering
Ment av Formula

Pakkifólk til Mylnuna

Vit leita eftir fólki, ið megnar at arbeiða skipa og undir trýsti til pakkideildina á bakarínum.

Tín høvuðsuppgáva verður at pakka vørur frá framleiðsluni, ið skulu út í handlar okkara kring landi. Tú verður partur av einum fryntligum toymi, har tað er týdningarmikið, at vit samstarva og samskifta við starvsfelagarnar í framleiðsluni. 

 

Arbeiðstíðin er vanliga millum kl. 4 og kl. 11.30, og starvsstaðurin er á bakarínum í Miðlon.

Løn er sambært sáttmála hjá Havnar Arbeiðarafelag ella Havnar Arbeiðskvinnufelag.

 

Ert tú áhugað/ur í at royna teg sum pakkifólk, ella hevur tú spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Eirikur Magnussen á telefon 214456. Tú søkir starvið umvegis leinkjuna í høgru síðu.

 

Eisini hava vit tørv á einum avloysara til hetta starvið í august mánaða. Tú er vælkomin at søkja avloysarastarvið á leinkjuni til høgru eisini :-)

Lagt út tann
01. jun 2022
Starv
Pakkifólk
Starvsheiti
Pakkifólk til Mylnuna
Virki
SMS
Deild
Bak-20
Byrjunardagur
13. jun 2022