fo / en
Totalview HR rekruttering
Ment av Formula

Tænari til Angus Steakhouse í Klaksvík

Vit sóknast eftir tænarum at arbeiða nøkur kvøld um vikuna. Sum tænari hjá okkum kemur tú at taka ímóti gestum, taka ímóti bíleggingum, borðreiða mat og drykkjuvørur, og at halda matstovuna reina og ruddiliga.

 

Ert tú fyrikomandi og smílandi av lyndi, dugur tú at arbeiða skipa, at hava yvirlit, og hevur tú tænastusinni, kanst tú senda okkum eina umsókn og møguliga gerast partur av okkara toymi, har samstarv, samanhald og góð tænasta er í miðdeplinum :-)

 

Hevur tú hug at gerast partur av toyminum, og harvið vera við at geva gestum okkara eina framúr matstovu-uppliving? So kanst tú senda okkum nøkur orð um teg sjálva/n umvegis leinkjuna í høgru síðu. Eru spurningar til starv ella starvssetan, kanst tú venda tær til Rebekku Petursdóttir á telefon 221682.

Lagt út tann
20. jun 2022
Starv
Tænari
Starvsheiti
Tænari til Angus Steakhouse í Klaksvík
Virki
SMS
Deild
Angus Klaksvík
Byrjunardagur
Skjótast gjørligt