fo / en
Totalview HR rekruttering
Ment av Formula

Starvsfólk til Rumbul í SMS

Í Rumbli hava vit nógv at gera hvønn dag, vit hava eitt risastórt úrval og fáa javnan nýggjar vørur heim.

Í løtuni leita vit eftir einum starvsfólki, ið kann arbeiða fulla tíð frá áleið 1. februar 2022 og fram til februar 2023.

 

Hjá okkum kemur tú at avgreiða kundar við kassan, at fylla vørur upp í handlinum, og sum heild at hjálpa við at halda handilin ruddiligan og innbjóðandi.

 

Tú mást vera fyrikomandi, tænastusinnað/ur og røkin.

 

Ljóðar eitt starv í Rumbli sum nakað fyri teg, ert tú vælkomin at senda okkum nøkur orð um teg sjálva/n umvegis leinkjuna í høgru síðu. Eru spurningar til starv ella starvssetan, kanst tú venda tær til Beintu Ottosen, handilsleiðara, á telefon 265471.

 

Lagt út tann
10. jan 2022
Starv
Handilsfólk
Starvsheiti
Starvsfólk til Rumbul í SMS
Virki
SMS
Deild
Rumbul
Starvstíð
01. feb 2022 - 31. jan 2023