fo / en
Totalview HR rekruttering
Ment av Formula

Skrivstovufólk til P/F SMS

Til bókhaldið hjá okkum leita vit eftir einum starvsfólki, ið er serliga stinn/ur innan tollavgreiðslu.

Á høvuðsskrivstovuni hjá SMS starvast 16 fólk. Harav eru átta í bókhaldinum. Uppgávurnar á SMS skrivstovuni fevna um at taka sær av umsitingini hjá P/F SMS, eitt nú bókhaldi, tollavgreiðslu og løn. SMS Samtakið fevnir um tvær handilsmiðstøðir, handlarnar Bónus, Mylnan, Miklagarður, matarstøðini í SMS, Angus Steakhouse og nøkur dótturfeløg. Samtakið er í støðugari menning, og uppgávurnar hjá bókhaldinum eru tí bæði spennandi og í tíðum avbjóðandi.

 

Um teg

Vit síggja gjarna, at komandi starvsfelagin hevur skrivstovuútbúgving og/ella drúgvar royndir innan skrivstovuyrki. Harafturat er tað ein greiður fyrimunur, um tú hevur royndir innan tollavgreiðslu, tí hetta verður eitt av tínum høvuðsarbeiðsøkjum.

 

Royndir við forritunum excel og Dynamics 365 Business Central og e-toll er ein fyrimunur.

Vit vænta, at tú arbeiður sjálvstøðugt og skipa, dugur at halda tíðarfreistir, og at tú er fyrikomandi og tænastusinnað/ur.

 

Arbeiðstíðin er 39 tímar um vikuna.

Fleiri upplýsingar um starv og/ella starvssetan kunnu fáast við at venda sær til Susanne Nielsen, fíggjarleiðara, á telefon 218861 ella til Mary Husgaard, skrivstovuleiðara, á telefon 228119.

Freistin at søkja er hóskvøldið 20. januar 2022 á midnátt. Send okkum tína umsókn og møgulig avrit av prógvum umvegis leinkjuna í høgru síðu.

 

Ynskiligt er, at tú kanst byrja í starvinum 1. mars 2022.

 

Lagt út tann
04. jan 2022
Starv
Skrivstovufólk
Starvsheiti
Skrivstovufólk til P/F SMS
Virki
SMS
Deild
Høvuðsskrivstova
Umsóknarfreist
20. jan 2022
Byrjunardagur
01. mar 2022