fo / en
Totalview HR rekruttering
Ment av Formula

Farloyvisstarv sum pakkifólk í slaktarínum

Til slaktaran í Miklagarði leita vit eftir einum pakkifólki, ið kann byrja fyrst í komandi árinum og starvast hjá okkum til februar 2023.

 

Uppgávan hjá pakkifólkinum er at pakka slaktaravørur, ið skulu út í handilin í Miklagarði og til handlar og matstovur aðrastaðni. Tað er umráðandi, at tú sum pakkifólk arbeiður skipa og miðvíst.

Tú kemur at arbeiða fulla tíð, mánadag til fríggjadag, og annaðhvønn leygardag.

 

Ert tú áhugað/ur í starvinum sum pakkifólk, kanst tú senda okkum nøkur orð um teg sjálva/n umvegis leinkjuna í høgru síðu. Hevur tú spurningar til starv ella starvssetan, kanst tú venda tær til Rasmus Konggaard, sláturmeistara, á telefon 233432.

 

Talan er um eitt tíðaravmarkað starv, men møguleiki er fyri at halda fram eftir tíðarskeiðið.

 

Lagt út tann
26. nov 2021
Starv
Pakkifólk
Starvsheiti
Farloyvisstarv sum pakkifólk í slaktarínum
Virki
SMS
Deild
MI-40 Slaktarin
Starvstíð
03. jan 2022 - 01. feb 2023