fo / en
Totalview HR rekruttering
Ment av Formula

Fulltíðarstarv í Mylnuni á Niels Finsens gøtu

Kundi tú hugsa tær eitt starv, har tín størsta uppgáva er at veita kundum eina góða innkeypsuppliving? So er Mylnan í miðbýnum møguliga eitt stað fyri teg. Vit leita í løtuni eftir einum starvsfelaga, ið kann hjálpa okkum at selja bakara- og aðrar vørur, at veita góða kundatænastu, og sum heild halda handilin hjá okkum penan og innbjóðandi.

 

Hjá okkum verður tú partur av einum toymi, ið arbeiður tætt saman, og er tað týdningarmikið, at tú ert sosial/ur, fryntligur og fyrikomandi.

 

Talan er um fulltíðarstarv í skiftandi vaktum, og vit síggja gjarna, at tú byrjar sum skjótast.

 

Sært tú teg sjálva/n í starvinum, ert tú vælkomin at senda tína umsókn umvegis leinkjuna í høgru síðu. Hevur tú spurningar til starv ella starvssetan, kanst tú venda tær til Vár Egholm, handilsleiðara, á telefon 769094.

 

Lagt út tann
15. nov 2021
Starv
Handilsfólk
Starvsheiti
Fulltíðarstarv í Mylnuni á Niels Finsens gøtu
Virki
SMS
Deild
Mylnan4 Niels Finsensgøta
Byrjunardagur
Skjótast gjørligt