fo / en
Totalview HR rekruttering
Ment av Formula

Handilsfólk til Mylnuna á Jónas Broncksgøtu

Ert tú álítandi, smílandi og arbeiðssom/samur? So er tað kanska tær vit leita eftir til fulltíðarstarv í Mylnuni. Hvønn dag fáa vit lekkrar vørur frá bakarínum, og leggja vit stóran dent á at vísa hesar fram á bestan hátt. Gott handverk og góð tænasta gongur hond í hond í handlum okkara. Tí er tað eisini sera umráðandi, at okkara starvsfólk eru fryntlig at heita á.

 

Uppgávurnar fevna í høvuðsheitum um at avgreiða kundar, bæði við kassan og á gólvinum, um tørvur er á tí, at fylla vørur á hyllarnar og sum heild at halda handilin penan og innbjóðandi.

 

Arbeiðstíðin er 30-35 tímar um vikuna.

Um tú ert áhugað/ur í at gerast partur av toyminum á Jónas Broncksgøtu, kanst tú senda tína umsókn umvegis síðuna her. Eru spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Lindu Lydersen, handilsleiðara, á telefon 769093.

Lagt út tann
15. nov 2021
Starv
Handilsfólk
Starvsheiti
Handilsfólk til Mylnuna á Jónas Broncksgøtu
Virki
SMS
Deild
Mylnan3 J. Bronksgøta
Byrjunardagur
Skjótast gjørligt