fo / en
Totalview HR rekruttering
Ment av Formula

Slaktari til Miklagarð

Kundi tú hugsa tær at starvast sum slaktari í Føroya størsta matvøruhandli? Okkum tørvar beint nú ein slaktara til fulltíðarstarv at byrja sum skjótast.

 

Hjá okkum sleppur tú veruliga at brúka tínar slaktara-førleikar. Framleiðslan av hágóðsku kjøti og útskeringum eru í hásæti, og brúka vit bara fyrsta flokks kjøt í Miklagarði.

 

Av tær vænta vit,

-          At tú ert útbúgvin slaktari

-          At tú ert tilvitað/ur um góðsku, reinføri og heilsufrøði

-          At tú dugur væl at samstarva, so vit kunnu hjálpast at

-          At tú møtur stundissliga, og trívist í einum umhvørvi har tað gongur skjótt fyri seg

 

Tú fært eina arbeiðsviku á 40 tímar, har tín fremsta uppgáva verður at framleiða kjøt til Miklagarð, Mylnurnar og Bónus handlarnar kring landi umframt fleiri matstovur. Starvsfólkini eru von at arbeiða í høgari ferð uttan at slaka uppá góðskuna, sum altíð er í hásæti í slaktarínum.

 

Ert tú okkara nýggi starvsfelagi? Send okkum tína umsókn umvegis leinkjuna í høgru síðu.

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkara sláturmeistara, Rasmus Konggaard, á telefon 233432.

 

Lagt út tann
21. okt 2021
Starv
Slaktari
Starvsheiti
Slaktari til Miklagarð
Virki
SMS
Deild
MI-40 Slaktarin
Byrjunardagur
Skjótast gjørligt