fo / en
Totalview HR rekruttering
Ment av Formula

Tænari til Angus Steakhouse í Tórshavn

Vit leita í løtuni eftir einum tænara, sum kann starvast fulla tíð í skiftandi vaktum. Sum tænari fært tú ábyrgdina av at taka ímóti gestum, at taka ímóti bíleggingum, at borðreiða mat og drykkjuvørur og at halda matstovuna reina og ruddiliga – alt við einum smíli :-)

 

Hjá Angus Steakhouse halda vit, at lykilin til góða kundatænastu er glað og motiverað starvsfólk. Tú verður tí partur av einum toymi, har samstarv, samanhald og góð tænasta er í miðdeplinum.

Tað er umráðandi, at starvsfólk okkara duga at arbeiða skipa og til tíðir undir trýsti, og av tí, at vit samskifta nógv við gestir og starvsfelagir í gerandisdegnum, er tað eisini ein fyrimunur, at tú ert sosial/ur og fyrikomandi.

 

Vit síggja gjarna, at tú byrjar í starvinum beinanvegin. 

Kundi tú hugsa tær at verið partur av tænaratoyminum, kanst tú senda tína umsókn umvegis síðuna her. Eru spurningar til starv ella starvssetan, kanst tú venda tær til Judit Bærentsen, matstovuleiðara, á telefon 581889.

 

Lagt út tann
18. okt 2021
Starv
Tænari
Starvsheiti
Tænari til Angus Steakhouse í Tórshavn
Virki
SMS
Deild
Angus Tórshavn
Byrjunardagur
Skjótast gjørligt