fo / en
Totalview HR rekruttering
Ment av Formula

Starvsfólk til Stóragarð/Mylnuna

Komandi átta vikurnar hava vit tørv á einum starvsfólki til framleiðsluna í Miðlon, ið kann arbeiða aðruhvørja viku í líkavíku. Í Stóragarði er tín høvuðsuppgáva at gera langbreyð, salat o.a. ið verður koyrt út í handlar okkara kring landi.

 

Arbeiðstíðin er mánadag til fríggjadag frá kl. 8 til áleið kl. 12.30, og annaðhvørt vikuskiftið frá kl. 5 til áleið 12.30.

 

Hevur tú royndir innan matgerð, tað verið seg yrkisliga ella privat, og kundi tú hugsa tær at roynt teg í Stóragarði, kanst tú skriva nøkur orð um teg sjálva/n, og senda tey umvegis síðuna her.

 

Talan er um tíðaravmarkað starv til og við týsdag í viku 49.

Eru spurningar til starv ella starvssetan, kanst tú venda tær til Súnhild Holm, samskipara, á telefon 233435.

Lagt út tann
13. okt 2021
Starv
Kokkur/Matframleiðsla
Starvsheiti
Starvsfólk til Stóragarð/Mylnuna
Virki
SMS
Deild
Bak-38 Sandwich/Sushi
Starvstíð
18. okt 2021 - 07. des 2021