fo / en
Totalview HR rekruttering
Ment av Formula

Slaktaralærlingur til Miklagarð

Hevur tú ein spírandi áhuga fyri kjøti og ymiskum útskeringum? So hevur tú her møguleikan at taka eina fakliga útbúgving á Føroya størsta slaktaríið. Á útbúgvingini lærur tú um slátur og útskering av ymiskum kríatúrum. Tú lærur hvussu kjøt verður skorið út, viðgjørt og góðskutryggjað, so tað hóskar seg til teir ymisku marknaðirnir.

 

Hjá slaktaranum í Miklagarði er altíð úr at gera, vit framleiða kjøt til fleiri matstovur í landinum, og til handlarnar Miklagarð, Mylnurnar og Bónus. Starvsfólkini eru von at arbeiða í høgari ferð uttan at slaka uppá góðskuna, sum altíð er í hásæti í slaktarínum.

Vit leita eftir viðkomandi, ið hevur áhuga fyri matgerð og teimum ymisku útskeringunum. Ein, ið dugur at arbeiða í høgari ferð, er fyrireikað/ur uppá skiftandi arbeiðstíðir, gongur høgt uppí reinføri og er til reiðar at arbeiða við skiftandi og fjølbroyttum uppgávum.

 

Útbúgvingin tekur upp í 4 ár, alt eftir hvørja útbúgving tú hevur frammanundan. Sum slaktaralærlingur hjá Miklagarði verður tú knýttur at ZBC skúlanum í Roskilde. Tú skalt sostatt til Danmarkar í skúla í 21 vikur deilt út yvir í lærlingatíðarskeiðið og fær hetta uppihaldið goldið.

 

Eru spurningar til starvið ella lærutíðina, ert tú vælkomin at venda tær til Rasmus Konggaard, sláturmeistara, á tlf. 233432.

 

Hevur tú ein slaktara goymdan í tær? So kanst tú søkja læruplássið í Miklagarði umvegis leinkjuna í høgru síðu. Send okkum tína umsókn og møgulig avrit av prógvum áðrenn 12. desembur á midnátt.

Lagt út tann
22. nov 2021
Starv
Lærlingur
Starvsheiti
Slaktaralærlingur til Miklagarð
Virki
SMS
Deild
MI-40 Slaktarin
Byrjunardagur
Skjótast gjørligt