fo / en
Totalview HR rekruttering
Ment av Formula

Starvsfólk til Burger King

Dámar tær at vera partur av einum toymi, hevur tú ein jaligan hugburð, og trívist tú væl, tá nógv er at gera? So er eitt starv hjá Burger King kanska nakað fyri teg.

 

Uppgávurnar hjá okkara starvsfólkum eru fjølbroyttar, og fevna millum annað um at standa við kassan, at starvast í køkinum og úti í matstovuni. Tú fær royndir at arbeiða í toymi, og tú kemur at læra eina rúgvu um tænastuvinnuna.

 

Her er nógv at gera, og tú má trívast væl við at hava beinleiðis samband við gestir okkara.

 

Vit leita í løtuni eftir starvstólki til fulltíðarstarv, áleið 35-40 tímar um vikuna í skiftandi vaktum.

 

Ljóðar hetta sum nakað fyri teg, ert tú vælkomin at senda tína umsókn umvegis leinkjuna í høgru síðu. Eru spurningar til starv ella starvssetan, kanst tú venda tær til Blaca á telefon 789685.

 

 

Lagt út tann
27. aug 2021
Starv
Starvsfólk
Starvsheiti
Starvsfólk til Burger King
Virki
SMS
Deild
Burger King
Byrjunardagur
Skjótast gjørligt