fo / en
Totalview HR rekruttering
Ment av Formula

Starvsfólk til Sunset Boulevard

Í Sunset í SMS hava vit nógv at gera hvønn dag, og leita vit í løtuni eftir starvsfólki bæði til fulla tíð og til parttíð nøkur kvøld um vikuna.

 

Sum starvsfólk hjá okkum kemur tú at standa við kassan, gera mat og aðrar fyrifallandi uppgávur. Týdningarmiklasta uppgávan hjá okkara starvsfólkum er at geva kundunum eina góða uppliving, so góða, at teir hava hug at koma aftur. Tí er tað umráðandi, at vit átaka okkum tær ymsu uppgávurnar við einum smíli :-)

 

Talan er um skiftandi vaktir, bæði dag- og kvøldvaktir og annaðhvørt vikuskiftið. Er tað tær vit leita eftir? Sig okkum hvørjum tú ert áhugað/ur í umvegis leinkjuna í høgru síðu. Hevur tú spurningar til starv ella starvssetan, kanst tú venda tær til Rebekku Petursdóttir á telefon 221682.

Ynskiligt er, at tú kanst byrja beinanvegin.

 

Lagt út tann
12. aug 2021
Starv
Starvsfólk
Starvsheiti
Starvsfólk til Sunset Boulevard
Virki
SMS
Deild
Sunset Boulevard
Byrjunardagur
Skjótast gjørligt