fo / en
Totalview HR rekruttering
Ment av Formula

Starvsfólk til Mylnurnar

Hevur tú hug at starvast í einum av Mylnunum hjá okkum í Tórshavn? Vit sóknast serliga eftir fólki til fulla tíð í Mylnuni á Berjabrekku, á Smyrilsvegi og á Jónas Broncksgøtu. Kom og gerst partur av okkara toymi av handilsfólkum, ið hvønn dag selur bakara- og aðrar vørur við einum smíli :-)

 

Fyri okkum er tað umráðandi, at tú ert ábyrgdarfull/ur, fryntlig/ur at heita á, og at tú gongur uppí at veita góða kundatænastu.

 

Ert tú áhugað/ur í einum starvi í einari av Mylnunum, kanst tú skriva til okkara umvegis síðuna her, og greiða frá, hvat tú kanst bjóða og hvørjum tú ert áhugað/ur í. Eru spurningar til starv ella starvssetan, kanst tú senda ein teldupost til starv@sms.fo.

 

 

Lagt út tann
16. sep 2021
Starv
Handilsfólk
Starvsheiti
Starvsfólk til Mylnurnar
Virki
SMS
Deild
Mylnan1 Berjabrekka
Byrjunardagur
Skjótast gjørligt