fo / en
Totalview HR rekruttering
Ment av Formula

Leys størv

21. mar 2023
Farloyvisstarv: Varaleiðari í Mylnuni á Jónas Broncksgøtu

Vit sóknast eftir einum starvsfólki, ið er fyrikomandi, og ynskir at hava ein týðandi leiklut í dagliga rakstrinum í Mylnuni á Jónas Broncksgøtu. Sum varaleiðari, skalt tú gera títt fyri, at kundar okkara framvegis fáa eina góða innkeypsuppliving. Tú skal, saman við leiðaranum á staðnum, vera við at hækka kundatænastuna og góðskuna í sjálvum handlinum.

 

Vit síggja gjarna, at tú:

-          hevur áhuga fyri sølu og kundatænastu

-          er sosial/ur og dámar at arbeiða við fólki

-          arbeiður skipa og miðvíst

 

Talan er um eitt farloyvisstarv í tíðarskeiðinum 3. apríl 2023 til áleið 1. februar 2024. Kundi tú hugsa tær at starvast sum varaleiðari hjá okkum, kunnu vit bjóða tær eitt mennandi starv, har tú sleppur at nema við leiðsluuppgávur. Tú kemur at arbeiða við sølu, innkeypi, innrætting av handli og umsiting av starvsfólki.

 

Royndir innan økið eru ikki ein treyt, tí vit geva tær røttu upplæringina og lata teg væl í til títt nýggja starv.

Umsókn og lívrensl við avrit av møguligum prógvum og viðmælum kanst tú senda umvegis leinkjuna í høgru síðu. Hevur tú spurningar til starv ella starvssetan, kanst tú venda tær til Lindu Lydersen, handilsleiðara, á telefon 769093.

 

Umsóknarfreist:
07. mar 2023
Matstovuleiðari til Angus Steakhouse í Tórshavn

Til væl vitjaðu matstovuna í Tórshavn leita vit eftir einum ábyrgdarfullum matstovuleiðara.

 

Vit leita eftir viðkomandi, ið hevur áhuga í at leiða, ganga undan og vera ein fyrimynd í menningini av heildarupplivingini í Angus í Tórshavn.

 

Matstovuleiðarin hevur ábyrgdina av:

  • Dagliga rakstrinum og tænastuni í matstovuni

  • Starvsfólkunum í matstovuni

Herundir at seta fólk, gera vaktarætlan og at læra og menna tey.

  • At bíleggja vørur í samráð við køksleiðaran

  • At ganga á odda fyri góðari kundatænastu

 

Av tær vænta vit, at:

  • Tú dugur at hava yvirlit og at arbeiða skipa

  • Tú hevur royndir innan matstovuyrki

  • Tú er smílandi og tænastusinnað/ur

  • Tú hevur góð samstarvsevni

 

Talan er um fulltíðarstarv. Av tí, at tú hevur ábyrgdina av matstovuni um kvøldið og í vikuskiftinum eisini, kanst tú vænta skiftandi arbeiðstíðir.

 

Løn er sambært avtalu. Freistin at søkja er 26. mars 2023 á midnátt, og verður starvið sett eftir avtalu. Eru spurningar til starvið kanst tú venda tær til Katrin Káradóttir, rakstrarleiðara, á telefon 233425.

 

Umsóknarfreist: 26. mar 2023
27. feb 2023
Starvsfólk til Hornið

Til Hornið í SMS leita vit eftir einum starvsfólki at gera morgunmat, smyrjibreyð o.a. hvønn- ella annaðhvønn leygardag frá kl. 8.00 til áleið kl. 14.00.

 

Vit hava nógv at gera hvønn dag. Tú kemur at starvast í køkinum og mást tú duga væl at arbeiða skipa. Vit vænta eisini av tær, at tú ert røkin, ábyrgdarfull/ur og gongur høgt upp í reinføri.

 

Eru spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Rebekku Petursdóttir á 221682 ella á rebekka@sms.fo. Kundi tú hugsa tær at verið partur av toyminum, kanst tú søkja starvið beinleiðis her á síðuni.

 

Umsóknarfreist:
24. feb 2023
Kondittari til Mylnuna

Ert tú útlærd/ur kondittari, og kundi tú hugsa tær at starvast í einari stórari fyritøku har nógv er at gera hvønn dag? Vit framleiða bakara- og kondittaravørur til okkara egnu handlar kring landi, samstundis sum vit eisini taka ímóti og gera serordrar til privatkundar. Uppgávurnar eru ymiskar og eru dagarnir tí sjálvdan eins í framleiðsluni.

 

Um tú gongur upp í, at útsjónd og smakkur gongur upp í eina hægri eind, og tú megnar at arbeiða í høgari ferð uttan at slaka uppá góðskuna er eitt starv í Mylnuni møguliga nakað fyri teg.

 

Tú verður partur av toyminum, ið stendur fyri dagligu framleiðsluni í kondittarínum. Tú luttekur í kreativu menningini av bakstri og køkum, og er á tann hátt við til at seta tín dám á arbeiðsdagin.

Tað er umráðandi fyri okkum, at okkara starvsfólk eru ábyrgdarfull, at tey duga væl at arbeiða skipa, at tey arbeiða væl sjálvstøðugt líka so væl sum í einum toymi.

 

Arbeiðstíðin er vanliga millum kl. 6 og kl. 14, 40 tímar um vikuna, og vikuskiftisarbeiði kann koma fyri. Arbeiðsstaðurin er í Miðlon á Hoyvíksvegi 67 í Tórshavn.

 

Eru spurningar til starv ella starvssetan, ber til at venda sær til Maigunn Nattestad, leiðara í kondittarínum, á telefon 227506. Send okkum tína umsókn umvegis leinkjuna í høgru síðu, um tú kundi hugsa tær at verið partur av toyminum.

 

Umsóknarfreist: